1000 afturat sleppa á Summar Festival

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Pallur590x324

1000 afturat sleppa á Summar Festival

Summar Festivalurin boðar nú frá, at bert 1000 vikuskiftispass eru eftir at selja. Roknað verður við, at festivalurin verður útseldur í ár.
Forsølan til Summar Festivalin í ár hevur gingið óvanliga væl, og nú ein góðan mánað áðrenn tiltakið verður, boðar festivalurin frá, at bert 1000 vikuskiftispass til vaksin eru eftir at selja.
Summar Festivalurin hevur bólkar sum Roxette, Lukas Graham, The Dublin Legends, Guns4Sale og nógv føroysk nøvn á plakatini, og føroyingar hava sum ongantíð tikið undir við festivalinum.
Longu frá byrjan seldi Summar Festivalurin fleiri vikuskiftispass enn undanfarin ár, og nú tiltakið er farið at nærkast, velur Summar Festivalurin at boða fólki frá, at sannlíkt verður tiltakið útselt í ár.
- Vit hava havt nógvar trúfastar gestir, og vit eiga nógvar góðar vinir kring landið, og tí skylda vit fólki at boða frá, at nú er farið at ganga undan við vikuskiftispassum. Vit vilja gjarna geva fólk ein seinasta møguleika at ogna sær eitt vikuskiftispass, áðrenn vit mugu steðga søluni, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Góð uppliving
Í ár eydnaðist tað Summar Festivalinum at fáa svenska superbólkin Roxette til Føroya at framføra, og hetta hevur verið ein viðvirkandi orsøk til, at forsølan hevur verið óvanliga góð. Høvuðsnavnið varð kunngjørt longu fyri jól, og tað hevur eisini ávirkað søluna rætta vegin frá fyrsta degi.
Summar Festivalurin hevur avgjørt, at í ár verða í mesta lagi 8.000 vikuskiftispass til vaksin seld. Afturat hesum koma atgongumerki til børn, tónleikarar, stuðlar og arbeiðsfólk.
- Vit leggja dent á, at okkara gestir fáa eina góða uppliving á festivalinum, og tí verða vit eisini noydd at avmarka talið á gestum, sigur Erik Biskopstø.
Summar Festivalurin vil við fráboðan síni geva fólki møguleikan at ogna sær vikuskiftispass nú, tí helst verða tað fleiri, ið ætla sær á festivalin, sum ikki fáa vikuskiftispass seinni.
- Tað verður ivaleyst eitt trýst á søluna móti endanum, og tí vilja vit í góðari tíð siga fólki frá, at tað er eitt avmarkað tal av vikuskiftispassum eftir, og vilja fólk tryggja sær atgongd til festivalin, eiga tey at keypa vikuskiftispass nú, sigur Erik Biskopstø.
Tey seinastu 1000 vikuskiftispassini til Summar Festivalin verða seld í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.
Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík í døgunum frá 6. til 8. august.