1000 atgongumerki seld beinanvegin

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Folk590x324

1000 atgongumerki seld beinanvegin

Føroyingar hava tikið sera væl ímóti høvuðsnavninum á Summar Festivalinum.

Seinnapartin mikudagin kunngjørdi Summar Festivalurin, at Roxette verður høvuðsnavn á festivalinum næsta summar. Samstundis byrjaði forsølan til festivalin.

Fólk hava tikið sera væl ímóti hesi kunngerð, og fyrstu tveir dagarnar eru fleiri enn 1000 vikuskiftispass seld í forsølu. Fyrstu vikuskiftispassini verða seld fyri 750 krónur, men bert 1500 atgongumerki verða seld fyri hendan prís.

Vikuskiftispass til Summar Festivalin kunnu keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august 2015.