200 fyri fyrstu ferð

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
200590x324

200 fyri fyrstu ferð

200 hava ongantíð spælt á Summar Festivalinum, og teir hava eitt boð upp á, hví so er.

Punkbólkurin 200 hevur verið virkin seinastu 20 árini, men bólkurin hevur ongantíð havt framførslu á Summar Festivalinum, hóast teir hava spælt á óteljandi pallum í Føroyum.

Nú verður tað broytt, tí 200 eru á skránni fyri Summar Festivalin 2016.

200 spæla punkrock við viðmerkjandi – stundum provokerandi – tekstum um føroyska samfelagið, politikk og annað. Teir tríggir tónleikararnir spæla og syngja beint fram, og sum í røttum punktónleiki verður ikki kínt fyri detaljunum, men heldur spælt við fullari ferð út eftir landavegnum.

Tónleikararnir í 200 hava eitt boð upp á, hví teir ongantíð hava spælt á Summar Festivalinum.

Teirra svar kann síggjast í videosamrøðu her: