25 ár síðani ’It Must Have Been Love’

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
RoxettePrettyWoman590x324

25 ár síðani ’It Must Have Been Love’

Í hesum døgum kann stóra kærleikshittið hjá Roxette halda 25 ára jubileum.

Sangurin ’It Must Have Been Love’ var innspældur til kærleiksfilm um ein forrætningsmann og eina reyðhærda skøkju. Filmurin ’Pretty Woman’ gjørdist ein av heilt stóru kærleiksfilmunum, sum eru komnir úr Hollywood.

Framleiðararnir av filminum vildu hava Roxette at skriva eina sang til filmin, eftir at Roxette árið fyri hevði fingið gjøgnumbrot við sanginum The Look. Roxette var um tað mundið á konsertferð í Europa og skuldi eisini út við nýggjum staklagi. Tí vóru ikki stundir at skriva nýggjan sang og innspæla hann til Hollywood-filmin.

Sum plástur á sárið beyð Roxette filmsfelagnum Disney/Touchstone eina gamla jólasingle, sum hevði hittað stórt í Svøríki í 1987. Roxette hampaði sangin, so hann ikki ljóðaði jólaligur, og sendi hann til filmsfelagið.

Restin er søga. ’Pretty Woman’ gjørdist eitt ordans hitt um allan heim, og sangurin ’It Must Have Been Love’ kom beinleiðis inn sum nummar 1 á singlelistanum hjá Billboard. Hetta gjørdist triðja topphittið hjá Roxette eftir einum ári.

Nú 25 ár eftir útgávuna, eru bæði filmur og sangur klassikarar í films- og tónleikasøguni.

Sangurin It Must Have Been Love verður í august framførdur á Vágsbøi í Klaksvík, tá ið Roxette verður høvuðsnavn á Summar Festivalinum.