5 dagar: Festivaløkið tekur nú skap

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
tjald590x324

5 dagar: Festivaløkið tekur nú skap

Tað eru sera nógvar fyrireikingar til ein stóran festival sum Summar Festivalin. Fyrireikingarnar byrja longu, tá ið ein Summar Festivalur er av. Men nú síggjast tær ítøkiligu fyrireikingarnar á festivaløkinum.

Í góðveðrinum í dag settu spælarar á besta liðnum hjá KÍ stóra tjaldið upp.
KÍ-formaðurin, stjórin og venjarin gingu á odda í arbeiðnum, og ta løtuna, undirritaði var framvið, gekk væl við at fáa tjaldið upp at standa.

Teir fóru til arbeiðis klokkan tíggju í morgun, og seinnapartin var tjaldið komið upp.

Eisini tornið á Vágsbøi, ið stýrir ljóðinum og ljósinum til konsertirnar, er komið væl áleiðis. Og eisini hómast tilfarið til stóra pall.

Tað eru nú fimm dagar til fyrsta konsertin á SummarFestivalinum fer av bakkastokki.

Fyrireikingarnar eru í hásæti, húsvognarnarnir byrja so smátt at síggjast, og skráin kom út í gjár. Jú, tað eru tekin í sól og mána um, at Summar Festivalurin nærkast.