80 ára rockur í Tjaldinum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
80ararokkuritjaldinum590x324

80 ára rockur í Tjaldinum

Rockbólkurin Guns4Sale tulkar við lív og sál og sveittabroti klassikan 80 ára rocktónleik.

Góður gamal rockur úr 80’unum verður í miðdeplinum, tá ið bólkurin Guns4Sale fer at seta futt í stóra tjaldið á ársins Summar Festivali.
Guns4Sale heiðrar og tulkar klassiskan rocktónleik hjá bólkum sum Motley Crue, Van Halen og Whitesnake, og tað gera teir við ótrúligari spæligleði og stórari framførsluorku.
Bólkurin er virkin í Danmark, men á odda fyri Guns4Sale er eingin minni enn Edmund Jacobsen, sum mong munnu kenna sum oddamann í føroyska rockbólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Danmark, og har hevur hann funnið saman við hinum tónleikarunum, sum eisini stórtrívast við at spæla klassiskan rocktónleik.
Teir, sum manna Guns4Sale, eru: Edmund Jacobsen (sang), Matthew Anyanwu (trummur), Kent Svendsen (bass) og Torben Steffensen (gittar).
- Hjá okkum er einki fjas. Vit spæla rock fyri at fáa fólk í gott lag. Vit lata onnur um kenslur og hjartasorg – tað finna ikki út av alíkavæl, sigur Edmund Jacobsen, sangari í Guns4Sale.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.