Áheitan: Fáið armbond upp í góðari tíð

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
EYJ_7462-0001

Áheitan: Fáið armbond upp í góðari tíð

Summar Festivalurin roknar við sera nógvum fólki í kvøld og heitir á fólk um at fáa armband uppá í góðari tíð.

Í kvøld byrjar Summar Festivalurin av álvara, og kl. 22.30 fer amerikanska høvuðsnavnið Twisted Sister á pallin.

- Vit rokna við, at konsertin í kvøld kann blíva tann størsta rockkonsertin í Føroyum nakrantíð, og tí heita vit á fólk um at fáa sær armband uppá í góðari tíð, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Veðurstovurnar siga frá sera góðum veðri í kvøld, og í løtuni skínur sólin í Klaksvík. Harafturat er spenningurin sera stórur til framførsluna við Twisted Sister, og tí rokna fyrireikararnir við einum metstórum hóskvøldi á festivalinum í kvøld.

Øll atgongumerki skulu skiftast um við armbond, áðrenn fólk sleppa inn á festivaløkið. Koma túsundtals fólk í seinastu løtu áðrenn Twisted Sister, kunnu fólk enda í kø, og harvið verða ov sein inn til konsertina. Tí heita fyrireikararnir á fólk um at fáa armband uppá í góðari tíð.