Anfinn Nielsen: Eg eri spentur

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
IMG_3514

Anfinn Nielsen: Eg eri spentur

Anfinn Nielsen hevur gjøgnum árini ríkað føroyskt tónleikalív við einum stórum sangskatti. Hann hevur skrivað sangir um húkin, um sirkusið í Tinganesi, um summarið í Føroyum og mangt annað.

Anfinn hevur alt sítt lív verið sjómaður, og flestu av sangunum eru skrivaðir til sjós.

Nú skal Anfinn Nielsen spæla á stóra palli á Summar Festivalinum.

- Eg havi sunnar nervar á eina framførslu. Eg eri spentur. Eg kann lova áhoyrarunum sangir, sum tey kenna, og tað verður rock ’n’ roll fyri allar pengarnar, sigur Anfinn Nielsen.

Her kann samrøðu við Anfinn Nielsen síggjast: