Basim

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Basim

Basim er føddur og uppvaksin í Danmark, men hevur marrokanska bakgrund. Evnini at syngja og spæla tónleik komu tíðliga til sjóndar, og tá ið Basim sum 15 ára gamal luttók í X Factor, gjørdist hann ein av størstu profilunum, sum hevur verið í donsku kappingini.
Basim hevur eisini dugað væl at fóta sær eftir kappingina. Hann hevur gjørt tvær tónleikaútgávur, umframt at hann hevur skrivað sangir og luttikið í eitt nú sangleiki. Í vár var Basim við í Grand Prixnum, og umboðaði Danmark í europeisku kappingini við frálíka sanginum Cliche Love Song. Hesin sangur kom so væl frá kappingini, at hann hevur verið at finna á hitlistum kring Europa.
- Skuba duba dabda dididaj, syngur Basim, og hóast røttu orðini kanska eru trupul at finna, er sangurin lættur at verða tikin við av.
Basim spælir í summar og í heyst yvir 50 konsertir í Danmark og aðrastaðni, og í august verður hann við á Summar Festivalinum.