Beinir

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Beinir

17 ára gamli Beinir hevur síðani barnaárini verið virkin sum sangari og tónleikari. Hann var við í Óvita Blues Band, og hann hevur verið partur av Kulum Rótum.

Beinir er nú fluttur heim aftur til Føroya at búgva, eftir at familjan hevur búð í Spania í trý ár. Beinir var í fjør í studio í Spania og tók 10 sangir upp. Útgávan við hesum sangum kemur væntandi seinni í ár.

Beini og bólkur hansara fara á Summar Festivalinum at spæla nøkur av nýggju løgunum, og hann fer eisini at tríva í onkrar av teimum kendu sangunum – eitt nú Sápubløðran og blues-sangin um Neyðars stórabeiggja.