Blue Coat Brass Band

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Blue Coat Brass Band

Orkestrið Blue Coat Brass Band spælir lívsglaðan og festligan gøtutónleik. Løgini eru ein samanrenning av New Orleans tónum, funk, soul og hip-hop, og so hevur tónleikurin eisini føroyskar rútmur og huglag yvir sær.

Blue Coat Brass Band hevur verið virkið síðani 2014 og hevur umframt mongu framførslurnar eisini givið tónleik út.

Bólkurin hevði tvær minniligar framførslur á Summar Festivalinum í fjør – aðra í fagrasta summarveðri og hina í áarføri – og teir skaptu fantastiskan stemning á festivalinum. Vit eru sera fegin um at bjóða teimum aftur á Summar Festivalin 2017.