Danny & The Veetos

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Danny & The Veetos

Popputur fólkatónleikur ella fólksligur popptónleikur. Danny & The Veetos hava síðani 2013 verið eitt frískligt lot í føroyskum tónleiki, og teir hava gjørt og innspælt nakrar frálíkar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín.

Danny & The Veetos hava hittað við sangum sum Sunnukvøld í Mai og Alright, og seinasta videoútspælið hjá teimum er sangurin Eg lítil var.

Danny & The Veetos eru framúr á palli, og í fjør høvdu teir eina fantastiska framførslu á Vágsbøi. Teir eru betri enn nakrantíð og eru til reiðar at taka landsins størsta tónleikatiltak einaferð afturat.