Eyðun Nolsøe

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Eyðun Nolsøe

Poppsangarin, sum bæði er kendur sum solistur og sangari í Frændum, gjørdi í fjør eina av bestu føroysku útgávunum. Eyðun Nolsøe ger framvegis viðkomandi og fangandi tónleik, og tað hevur hann gjørt, síðani hann var tannáringur.

Millum kendu sangirnar, sum Eyðun Nolsøe hevur skrivað, kunnu nevnast Mítt Land, Dansa, Á um vit, Brot og vandasker, Hvønn dag og Tað er løtan.

Eyðun Nolsøe hevur javnan spælt á Summar Festivalinum, og í ár spælir hann sum solistur á Torginum.