Eyðun Nolsøe

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Eyðun Nolsøe

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skriva og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi.
Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Serliga síðani 90’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur.
Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum Mítt Land, 80’ini, Dansa, Til Tey Stressaðu og aðrar. Hann hevur eina stórt savn av sangum, sum fólk flest kenna, og á Summar Festivalinum fer hann at tríva í nakrar teirra. Framførslan hjá Eyðuni verður tann seinasta, sum verður á ársins Summar Festivali.