Frændur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Frændur

Eingin føroyskur tónleikabólkur hevur í sama mun sum Frændur megnað at savna fólkið um sínar sangir. Síðani Frændur kom við fyrstu plátuni í 1984, hava teir latið føroyingum eina slíka perlurekkju av sangum, sum eingin annar bólkur hevur megnað.

Frændur hava sungið um land og fólk, um kærleika og kríggj, um rættvísi og ójavna – og um tíðina.

Frændur fer á stóra pall á Summar Festivalinum, eftir at høvuðsnavnið Roxette hevur havt sína framførslu.

- Hetta verður eitt gylt høvi at framføra fyri kanska størstu fjøld í søguni á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum veruliga til at njóta løtuna og sangirnar saman við áhoyrarunum, siga teir í Frændum.

Og er tað nakað, sum Frændur hevur, so eru tað sangir til stóru fjøldina á Summar Festivalinum.