Grandma’s Basement

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Grandma’s Basement

Seinnu árini hava konsertirnar við Grandma’s Basement verið nakað av tí lívligasta og festligasta, sum gestirnir á Summar Festivalinum hava kunnað upplivað.

Teir syngja um at renna nakin, um at lúra og um ongantíð at fáa nokk. Og tá ið teir hava spælt við fullum útblástri og herligum showi í Tjaldinum á Summar Festivalinum, hevur verið stappað við kátum fólki, sum hava sungið, klappað, hoppað og dansað við tónleikinum hjá bólkinum.

Nú er greitt, at Grandma’s Basement verður við aftur á Summar Festivalinum í august.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, har vinmenn hugnaðu sær við at spæla tónleik. Men ambitiónirnar vuksu, teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og leggja nú upp til enn eina lívliga framførslu á Summar Festivalinum.