Grandma’s Basement

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Grandma’s Basement

Grandma’s Basement eru til reiðar at spæla á ársins Summar Festivali

Teir syngja um at renna nakin, um at lúra og um ongantíð at fáa nokk. Teir megna við sínum

festligu framførslum at fáa lív í áhoyrarafjøldina, og nú eru teir farnir at fyrireika seg til at fáa

futt í stóra tjaldið á Summar Festivalinum í august.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, har vinmenn hugnaðu sær við at spæla

tónleik. Men ambitiónirnar vuksu, teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards,

hittaðu við fleiri sangum og hava havt framúr góðar framførslur á Summar Festivalinum.

Og væl umtókti rockbólkurin úr Klaksvík er til reiðar at taka enn eitt tørn á Summar

Festivalinum, og teir verða millum bólkarnar, sum spæla í stóra tjaldinum á ársins festivali.