Halleluja-Sofus

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Halleluja-Sofus

Røddin er eldri og sterkari og til reiðar at framføra á landsins størsta festivali

Tá ið Summar Festivalurin ringdi til Halleluja-Sofus fyri at fáa hann at spæla á ársins festivali, lá hann undir einum bili og neyðhelt einum útstoyti. Men hugaður var hann at koma á festivalin at spæla, og seinni varð avtala gjørd um tað.

Soleiðis er Sofus Hansen – ella Halleulja-Sofus, sum tað er blivið meira ella minni alment at nevna hann. Hann er gávaður á fleiri økjum. Er kendur fyri at fáast við bilar og duga sítt handverk til lítar – ja, so væl, at tað stundum er meira list enn handverk.

Hann er eisini sangari, og hesa seinastu tíðina hevur hann gjørt meira við tónleikin aftur. Røddin er bara blivin betur við árunum, og nú hevur Halleluja-Sofus spælt nýggjar sangir inn og ætlar sær at geva útgávu út seinni.

Summar Festivalurin er sera fegin um, at Halleluja-Sofus hevur játtað at koma á festivalin at spæla. Og tað verður við stórum motori og fullum tanga av brennievni, tí Halleluja-Sofus hevur ein veruligan superbólk við tónleikarum afturat sær, og hann fer at syngja góðar, gamlar sangir og onkrar nýggjari.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

(Mynd: Álvur Haraldsen/Sosialurin)