Hamradun

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Hamradun

Hamradun er rocbólkur, sum blandar fólkatónleik, vísur, kvæði og klassiskan rocktónleik saman í eina sera spennandi og sterka tónleikaeind. Tað er gamalt føroyskt stev sett inn í ein nýggjan, mergjaðan samanhang.

Pól Arni Holm av Tvøroyri, sum eitt skifti var sangari í Týr, er oddamaður í bólkinum, og afturat sær hevur hann vælspælandi og dugnaligar tónleikarar.

Hamradun gav í 2015 fløgu út, og í summar skal bólkurin spæla á festivali í Italia.

Tónleikarar í bólkinum eru:
Pól Arni Holm, sang
Uni Debess, gittar
John Egholm, gittar og sang
Finnur Hansen, ljómborð
Heri Reynheim, bass
Rani H. Christiansen, trummur