Hanus G. Johansen

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Hanus G. Johansen

Fólkakæri fólkatónleikarin Hanus G. Johansen var ein av teimum, sum spældi á fyrsta Summar Festivalinum í 2004. Síðani hevur Hanus verið afturvendandi gestur og hevur spælt á teimum flestu Summar Festivalunum.
Hanus er sjálvandi aftur á pallinum í ár, og hesaferð fer hann at spæla á Torginum leygarkvøldið.
Hanus G. Johansen er serliga kendur fyri at hava sett løg til orðini hjá Pól F. Joensen, men hann hevur eisini skrivað sangir sjálvir og sett løg til yrkingar hjá øðrum kendum yrkjarum. Eisini hevur hann týtt sangir til føroyskt.
Tað er altíð hugaligt at bjóða Hanus á festival, og vit gleða okkum til hansara framførslu leygarkvøldið.