Hanus G. Johansen

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Hanus G. Johansen

Fólkatónleikarin Hanus G. Johansen var ein av teimum, sum spældi á fyrsta Summar Festivalinum í 2004. Sera nógv fólk var til hansara framførslu á einum palli mitt á Biskopstøgøtu. Síðani spældi Hanus á 10 Summar Festivalum á rað, men í fjør var hann fyri fyrstu ferð ikki við.

Nú er Hanus til reiðar aftur at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki, og Hanus fer at hava framførslu á Torginum mitt á festivaløkinum.

Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna bjóða Hanusi væl komnum aftur á Summar Festival, og vit ivast ikki í, at gestirnir eisini eru sera fegnir um, at Hanus er viðaftur.