Heidrik

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Heidrik

Heidrik er tónleikaverkætlanin hjá Heiðrik á Heygum, sum er listamaður, filmsskapari og tónleikari.

Heidrik gav fyrsta sangin út í 2007, og síðani hevur hann javnan latið frætta frá sær – ofta hevur hann brúkt tónleikavideo á YouTube sum útgávumiðil av sínum sangum.

Heidrik hevur útgivið 2 útgávur umframt stakløg, tann seinna kom í 2016 og var gjørd í samstarvi við framleiðaran Janus Rasmussen. Millum kendu sangirnar hjá Heidrik eru Monster, Change of Frame og OMG.