HighasaKite

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

HighasaKite

Tey eru nakað av tí mest spennandi í altjóða poppumhvørvinum í løtuni, og veruliga gjøgnumbrotið er á veg. Teirra nýskapandi og hugtakandi popptónleikur hevur fingið vind í seglini, og í heimlandinum Noregi eru tey tann nýggja vónin. Europeiskir festivalar sum Glastonbury og Roskilde hava sett tey á plakatina, og í heyst skulu tey á umfatandi konsertferð í USA.

Summar Festivalurin er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa HighasaKite at spæla á festivalinum í ár.

- Í fjør bjóðaðu vit okkara gestum Lukas Graham, sum síðani er blivin ein heimsstjørna. Nú kunnu fólk uppliva tað næsta stóra, HighasaKite úr Noregi, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

HighasaKite hevur fingið framúr ummæli fyri útgávuna Camp Echo, sum kom út í mai mánaði.

- Um tú hevur mist trúnna uppá popptónleik, so vísir HighasaKite tær ljósið, skrivaði norska Dagbladet í ummæli, sum fekk besta skoðsmál.