Hitmen

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Hitmen

Tað er lagt upp til eina lívliga løtu, tá ið tiltikna dansiorkestrið Hitmen yvirtekur stóra tjaldið á Summar Festivalinum í ein lítlan tíma.

Hitmen við Søren Haugaard Petersen á odda er ein framúr væl spælandi og væl umtóktur bólkur, sum spælir kendan covertónleik. Teir fáa popp- og rockhitt at svinga og sveiggja, so tú ikki kanst annað enn lyfta fótin. Glað fólk og góður stemningur fylgir teimum allastaðni, teir fara.

Vit gleða okkum at uppliva Hitmen fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.