Holgar Jacobsen

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Holgar Jacobsen

Garvaði tónleikarin úr Sørvági hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í fleiri áratíggju. Hann hevur spælt og spælir við bólkum sum Sørvings, Tinganest og Vestmonnum, og seinnu árini hevur hann spælt nógv sum solistur.

Holgar hevði í fleiri ár bólkinum Holgar & Vinmenn, sum eitt skifti var villmenn, og hann hevur útgivið tvær fløgur sum solistur, sum hava verið sera væl umtóktar. Holgar er sera virkin sum trubadurur, og tað gongur neyvan vika í árinum, at hann ikki er úti og spælir.

Holgar hevur áður spælt á Summar Festivalinum – eitt nú við Tinganest – men hetta verður fyrstu ferð, at hann spælir sum solistur. Summar Festivalurin er sera fegin um at bjóða einum av virknastu tónleikaru í Føroyum væl komum á landsins størsta tónleikatiltak.