I Am

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

I Am

Kristni rockbólkurin I AM hevur ikki havt almenna framførslu í 10 ár, men nú gera teir comeback við framførslu á Summar Festivalinum.

Bólkurin var stovnaður í Klaksvík og hevði fleiri hitt um aldarsskiftið. Teirra melodiøsi – og stundum rockkendi – tónleikur fangaði eina stóra áhoyrarafjøld í Føroyum, og við góðum live-framførslum megnaðu teir at vinna nógv hjørtu.

I AM spældi á Summar Festivalinum í 2005, men eftir framførslu á Fjarðafestivalnum árið eftir hava teir ikki spælt á konsert. Tað verður nú broytt, og I AM fær í august møguleikan á landsins størsta tónleikapalli – á Vágsbøi.

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at sleppa at spæla aftur – fyri ikki at tala um á størsta palli í Føroyum. Tað er langt síðani, vit spældur, og ígjøgnum árini hava nógv fólk spurt okkum, nær tey aftur sleppa at hoyra okkum. Vit síggja fram til at kunna geva teimum mongu, sum hava bíðað, tað, tey hava spurt um: eitt brak av einari konsert við øllum hittunum, siga teir í I AM.