Ingi Poulsen

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Ingi Poulsen

Ungi vágbingurin Ingi Poulsen hevur við sínum fangandi sangum og eyðkendu suðuroyarrødd sungið seg út millum føroyingar.

Sangurin »Tann fittasta« gjørdist risahitt, og í hesum døgum verður sangurin »Tá ið eg síggi teg« nógv spældur.

Ingi Poulsen lesur til skipsførara í Danmark, og í frítíðini ger hann nógv við tónleikin. Hann hevur spælt til ymisk tiltøk í Føroyum og niðri, og nú er hann á fyrsta sinni á skránni hjá Summar Festivalinum sum solistur.

Ingi hevur onkrar nýggjar sangir liggjandi, og hann fer at tríva í onkrar av teimum, tá ið hann hevur sína framførslu á Torginum. Sjálvandi fer hann eisini at syngja síni stóru hitt.