Jens Marni

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Jens Marni

Hann hevur eina ta bestu rockrøddina í Føroyum og dugir framúr væl at framføra – líkamikið um tað er til stórar festivalar ella smáar konsertir.

Jens Marni Hansen telist millum teir royndu tónleikararnar á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt í fleiri ymiskum bólkum og hevur eisini ført seg fram sum solistur – bæði á útgávum og á palli.

Jens Marni er ein av trúgvu vinunum hjá Summar Festivalinum og hevur framført fleiri ferðir áður á festivalinum. Hansara framførslur hava altíð verið framúr góðar, og tað er hugaligt hjá Summar Festivalinum at bjóða Jens Marna væl komnan á Summar Festivalin 2017.