Jens Marni

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Jens Marni

Ein av trúgvu vinunum hjá Summar Festivalinum verður við aftur í ár

Hann hevur eina ta bestu rockrøddina í Føroyum og dugir framúr væl at framføra – líkamikið um tað er til stórar festivalar ella smáar konsertir.

Jens Marni Hansen, sum Bon Jovi í fjør sendi boð eftir til konsert í Danmark, telist millum teir royndu tónleikararnar á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt í fleiri ymiskum bólkum og hevur eisini ført seg fram sum solistur – bæði á útgávum og á palli.

Jens Marni er ein av trúgvu vinunum hjá Summar Festivalinum og hevur framført fleiri ferðir áður á festivalinum. Hansara framførslur hava altíð verið framúr góðar, og tað er hugaligt hjá Summar Festivalinum at bjóða Jens Marna væl komnan á Summar Festivalin 2014, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Fyrireikararnir siga, at forsølan gongur sera væl, og at roknað verður við sera stórar áhoyrarafjøld á ársins festivali. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum.