Jógvan Joensen

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Jógvan Joensen

Fuglfirðingurin Jógvan Joensen var ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingini í ár. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini.

Nú er greitt, at Jógvan Joensen verður við á Summar Festivalinum. Jógvan skal spæla á stóra pallinum á Vágsbøi, sum eisini er landsins størsti tónleikapallur, og tann møguleikan tekur Jógvan fegin ímóti.

- Eg eri sera fegin um, at eg eri biðin um at spæla á Summar Festivalinum. Eg havi mannað ein framúr góðan bólk, og eg kann lova øll festivalgestunum eitt brak av einari konsert, sigur Jógvan Joensen.

Jógvan hevur onkrar aðrar framførslur í Føroyum í summar, men á Summar Festivalinum skal hann á pallin við væl mannaðum bólki, ið fer at spæla saman við honum.