Kári P

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Kári P

Kári P er millum mest viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar, og síðani seksti árini hevur hann ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum og framførslum.

Kári P hevur sungið og skrivað nógvar kendar sangir – Villar Víddir, Kalli Katt, Dansa um gullkálvin og fleiri. Hann er gløggur eygleiðari av samfelagnum og fólkalívi, og hann dugir sum fáur at seta orð á kenslur og hugtøk.

Tað verður ein heilt serlig løta, tá ið Kári P fer at spæla sangir úr sínum stóra sangskatti í Tjaldinum.