Kim Hansen

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Kim Hansen

Nólsoyingurin Kim Hansen er millum størstu profilarnar í føroyskum tónleiki. Dugnaligi klaverspælarin og sangarin hevur framført nógv sum solistur og í skiftandi bólkum. Hann er ein av teimum, sum fær alt at rigga og dugir at lofta løtum og tiltøkum, so framførslurnar altíð sita í skápinum.
Kim hevur verið partur av týðandi føroyskum bólkum sum Moirae, Showmonnum og Frændum, og harafturat hevur hann spælt saman við einari langari røð av føroyskum tónleikarum og bólkum.
Sum solistur hevur Kim eisini verið framúr. Hann hevur spælt til størri og smærri tiltøk, og við hittum sum Maria, Meistarin og Fagri Flokkur í bakhondini, kann hann altíð fáa lív í áhoyrarafjøldina, umframt at hann sjálvandi kann tríva í eina langa røð av øðrum sangum, sum hann ella onnur hava framført.
Kim spælir sum solistur á Vágsbøi leygarkvøldið.