Konni Kass

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Konni Kass

Bólkurin Konni Kass, sum er uppkallaður eftir songkvinnuni, sum er í front í bólkinum, er ein av mest lovandi og spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum í løtuni.

Konni Kass gav í november fyrstu útgávuna út, og á FMA tiltakinum fyrr í ár varð bólkurin kosin Ársins nýggja navn. Konni Kass hevur eisini spælt á virdum tiltøkum í Týsklandi, Íslandi og Danmark. Í føroyskum útvarpi hava fólk helst hoyrt sangir sum Surrender, Sounds og Time.

Konni Kass, sum syngur og spælir saksofon, hevur skrivað flestu sangirnar, men samstarvið við hinar tríggjar tónleikararnar í bólkinum um tónleikin er tætt. Tað er eisini tí, at tey føra seg fram sum bólkurin Konni Kass.

Umframt Konni Kass eru tónleikararnir í bólkinum Torleik Motensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).

Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna bjóða sínum gestum eina spennandi konsert við Konni Kass.