Kristina Bærendsen

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Kristina Bærendsen

Hon telist millum landsins bestu songkvinnur, og sum tulkari av country- oggospelsangum er hon framúr.

Kristina Bærendsen hevur sum solistur og í bólki saman við øðrum verið ein profilur í føroyskum tónleiki seinnu árini.

Kristina hevur sungið nógv saman við countrykonginum Hallur Joensen og saman við pápa sínum, Alexi Bærendsen, men hon hevur sanniliga eisini prógvað seg sum solistur á útgávu og konsertum.

Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna kunngeraKristinu Bærendsen við bólki til ársins festival. Kristina fer at hava konsert á Vágsbøi.