Lena Anderssen

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Lena Anderssen

Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðani seint í 1990’unum hevur hon sum solistur skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt eina langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og tyngd í hennara tónleiki.

Lena hevur fyri kortum verið á konsertferð í Danmark, Onglandi og Kanada, og í heyst skal hon aftur á ferð uttanlands. Lena arbeiðir eisini við nýggjari útgávu. Í mars var hon í USA og gjørdi innspælingar. Fløgan verður gjørd liðug í Los Angeles í september.

Síðan Lena seinast spældi á Summar Festivalinum, hevur hon givið út fløguna Eagle In The Sky, sum vann heili fýra FMA heiðurslønir í 2017 – teirra millum sum ársins útgáva og ársins songkvinna.