Marius Ziska

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Marius Ziska

Hans Marius Ziska telist millum dugnaligstu føroysku sangskrivararnar, og tónleikurin hjá honum er høgt í metum bæði heima og burturi.
Hans Marius kom fram sum tannáringum í bólkinum Flux, sum luttók í Prix Føroyum. Bæði tá og nú hava frálíku løgini hjá honum verið í miðdeplinum í tónleikinum, hóast tónleikaliga úttrykkið er broytt nógv síðani aldarsskiftið.
Marius Ziska kann metast sum singer/songwriter, hóast tónleikurin flytur seg millum fleiri sjangrur. Hans Marius hevur eina framúr góða rødd, sum veruliga ber tónleikin og úttrykkið hjá bólkinum.
Marius Ziska spælir javnan uttanfyri Føroyar, og her heima leita nógv fólk til hansara framførslur.