MC Hár

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

MC Hár

Fyri fyrstu ferð fær festivalurin í Klaksvík vitjan av rappbólkinum úr Havn

Fyri 23 árum síðani var rapprockbólkurin MC Hár stovnaður. Unglingar í høvuðsstaðnum tóku stig til bólkin, sum seinni kom at gera vart við seg bæði á palli og við útgávum.
Hesi árini síðani hava úti við 80 tónleikarar spælt onkran leiklut í MC Hár, men hóast hetta stendur myndin av, hvat MC Hár er, rættiliga sterk. Árini og royndirnar hava gjørt, at tónlistarliga úttrykkið er blivið heldur meira raffinerað og tekstirnir meira gjøgnumførdir, men MC Hár er nú sum áður lívligur og provokerandi rapprockur framførdur við stórari orku.
Teir, sum manna MC Hár anno 2014, eru Tróndur Bogason, Niels Uni Dam, Rani Hammershaimb Christiansen, Heri Reynheim, Jónas Bloch Danielsen, Rókur Jákupsson og Jens Virgar Jakobsen.
MC Hár hevur seinastu árini havt nakrar framførslur, hóast bólkurin ikki hevur verið virkan á sama hátt, sum hann plagdi at vera, og nú er tíðin komin, at MC Hár fer á pall á Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.