Páll Finnur Páll

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Páll Finnur Páll

Tosa vit um nýggjari hittbólkar í Føroyum, er Páll Finnur Páll í einari serstøðu. Síðani teir av álvara fingu gjøgnumbrot við sanginum Forelskaður sjónleikari hevur bólkurin givið føroyingum eina langa røð av hittum.

Teir kunnu verða forherðaðir í sínum teksturm, við hvørt bæði speiskir og hvassir, men teir duga eisini at vera eymir og festligir.

Páll Finnur Páll hevur havt nógvar góðar løtur á Summar Festivalinum, og í ár fara teir aftur at fáa stóra tjaldið at kóka við teirra frálíku sangum.