Roger Hodgson

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Roger Hodgson

Nógv munnu minnast tiltiknu løtuna á Summar Festivalinum í 2006, tá ið Roger Hodgson hevði konsert tíðliga sunnumorgun, eftir at hann var meiri enn 30 tímar seinkaður til landið orsaka av vánaligum floglíkindum. Fyri mong er tað størsta løtan, sum hevur verið á Summar Festivalinum. Tann framúr sterki sangarin framførdi stóru hittini, hann skrivaði og sang í bólkinum Supertramp, og løtan í lýsingini kendist gandakend.

Nú kemur Roger Hogdson aftur á Summar Festivalin, og hesaferð hevur hann bólkin hjá sær við og fer at spæla heimshittini hjá Supertramp, sum hann sjálvur skrivaði og sang á sinni.

Sangir sum Give a Little Bit, The Logical Song, Dreamer, Breakfast in America, Its Raining Again og Take the Long Way Home gjørdu, at Supertramp seldi væl yvir 60 milliónir plátur.

Roger Hodgson hevur eina ta mest eyðkendu røddina í alheims poppi, og nú hann fer á heimskonsertferð, hevur hann sett Føroyar á listan. Og sjálvandi framførir hann á Vágsbøi, har hann fyri fyrstu ferð í lívinum spældi konsert klokkan fýra um morgunin.