Roxette

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Roxette

It Must Have Been Love. The Look. Listen To Your Heart. Sleeping In My Car. Dangerous. Spending My Time. Joyride.

Listin við kendum sangum hjá svenska bólkinum Roxette er langur. 31 hitsinglur um allan heim, fleiri nummar 1 hitt í USA, og umleið 75 milliónir seld eintøk steðfesta bólkin sum eitt av størstu nøvnunum í altjóða popptónleiki í nýggjari tíð.

Roxette er farið á drúgva konsertferð í sambandi við, at bólkurin heldur 30 ára jubileum, og tey leggja eisini leiðina til Føroya, her tey spæla á Summar Festivalinum.

- Vit hava havt samband við Roxette í nøkur ár, og vit eru ómetaliga glað og eyðmjúk um at hava eitt so stórt og virt altjóða navn við á festivalinum í summar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

- Roxette er ein bólkur, sum riggar ómetaliga væl til Summar Festivalin. Tey hava fleiri heimshitt og eina langa røð av kendum sangum. Hetta er melodiøsur popptónleikur á høgum altjóða stigi, sum fólk í øllum aldri kunnu njóta, sigur hann.

Tá ið tað kemur til sølu av norðurlendskum tónleiki er ABBA í serflokki. Tey hava selt eini 370 milliónir eintøk av sínum útgávum.

Næst í røðini er Roxette, sum higartil hevur selt umleið 75 milliónir eintøk. Eftir Roxette koma Ace of Base, Aqua, Europe og Bjørk.

Skal platusølan hjá Roxette samanlíknast við onnur altjóða nøvn, kunnu tey flokkast saman við eitt nú Beyonce, Spice Girls, Nirvana, The Police, Kiss, Aretha Franklin og Scorpions.