Sámal Ravnsfjall

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Sámal Ravnsfjall

Sámal Ravnsfjall telist millum mest royndu føroysku tónleikararnar. Hann hevur spælt í bólkum, og hann hevur havt óteljandi framførslur sum solistur.
Sámal hevur spælt á mest sum hvørjum tanga, og eisini í útlandinum hevur hann ferðast sum tónleikari.
Tá ið hann spælir live, kann hann bæði tulka sangir hjá øðrum, og hann framførir sangir, sum hann er landskendur fyri at syngja.