SF 15 Fagnaður

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

SF 15 Fagnaður

Ársins Summar Festivalur er tann fimtandi í røðini, og tí sambandi verður serlig fagnaðarkonsert á Vágsbøi fríggjakvøldið.

Konsertin bjóðar 15 sangir við 15 ymiskum sangarum. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu 15 Summar festivalarnar.

Ein vælspælandi bólkur leggur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu framføra, kunnu vit nevna Lena Anderssen, Niclas Heri Jákupsson, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum og Jens Marni Hansen.

Hetta verður ein av stórfingnu løtunum á ársins Summar Festivali.