Signar í Homrum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Signar í Homrum

Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni, og hann verður eisini við á ársins Summar Festivali.

Signar hevur havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum, og tað er neyvan ov nógv sagt, at hann hevur sum fáur megnað at fingið lív í tjaldið.

Nú skal Signar royna ein nýggjan pall á Summar Festivalinum. Signar spælir saman Henningi Nicodemussen og John Johansen á Torginum, og teir fara at undirhalda festivalgestunum við stóru hittunum hjá Signari – eitt nú ”Tað er gott at elska” og ”Sorgblídni”.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.