Signar í Homrum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Signar í Homrum

Signar í Homrum er ein av teimum, sum hevur havt stórar løtur á Summar Festivalinum. Signar hevur spælt í tjaldinum, og har hevur hann verið serstakliga væl umtóktur. Konsertirnar hjá Signari hava verið eitt óvanlig samspæl millum tónleikarar og áhoyrarar og teljast millum tær best eydnaðu á festivalinum.
Signar í Homrum hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann hevur gjøgnum árini skrivað nógvar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín. Fyrst var tað í bólkinum Kjølar, men seinnu árini hevur hann framført undir egnum navni og í bólkinum Rox.
Millum væl umtóktu sangirnar hjá Signari eru Tað er gott at elska, Sorgblídni, Nú ert hú her, Kærleikans Mátt og aðrir