Spælimenninir

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Spælimenninir

Í ár hátíðarhalda Spælimenninir í Hoydølum síni fyrstu 40 ár, og tað skal eisini gerast við framførslu á Torginum á Summar Festivalinum.
Spælimenninir í Hoydølum var stovnaður sum spælimannabólkur á studentaskúlanum í Hoydølum í 1974. Beinanvegin var eftirspurningur at fáa bólkin at spæla til dans og konsert. Nærum hvørt vikuskifti í trý ár var spælt í Vági, Fuglafirði, Klaksvík, Skálavík, Sørvági, Nólsoy, Vestmanna, Tvøroyri, nógvastaðni í Havn, í Húsavík og á Sandi.

Spælimenninir gjørdist so við og við til eitt savningarstað, eisini fyri fólkatónleikarar úr øðrum londum. Tónleikarar úr Skotlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og USA hava verið partur av Spælimonnunum í Hoydølum.

Í 1977 vóru Spælimenninir á fyrsta sinni á konsertferð uttanlands og hava síðani ferðast kring allan heim við teirra frálíka tónleiki.
Nú er kósin sett til Klaksvíkar, har høvi verður at hoyra lívligar og fangandi spælimanstónar.