Tinganest

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Tinganest

Tað eru liðin góð 30 ár, síðani fyrsta útgávan hjá vágabólkinum Tinganest kom út. Upp Á Tá var helst kendasti sangur av útgávuni, og Tinganest hevur eisini givið okkum sangir sum Vágagellan, Annan Sang, Síðsta Dans og nógvar aðrar.

Tinganest hevur givið tríggjar útgávur út umframt eina savnsfløgu í 2004. Tónleikararnir í bólkinum hava eisini verið virknir í øðrum bólkum og sum solistar, og tá ið teir spæla sama í Tinganest plaga teir eisini at tríva í sangir sum 1001 Nátt og Kom Heim.

Gleð teg til eina fantastiska løtu saman við vágalegendunum.