Twisted Sister

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube

Twisted Sister

Tað verður rockur fyri allar pengarnar, tá ið amerikanski bólkurin Twisted Sister fer á stóra pall á Summar Festivalinum.
Twisted Sister steig inn á tónleikapallin tíðliga í 1970’unum, og eftir nógv ár við framførslum á smærri spælistøðum, hittaðu teir av álvara fyrst í 1980’unum, tá ið plátufeløgini av álvara fingu áhuga fyri teimum.
Útgávan Stay Hungry frá 1984 gjørdi Twisted Sister heimskendar, og tað vóru serliga tveir sangir, sum slóðaðu fyri hesum. I Wanna Rock og We’re Not Gonna Take It vóru tvey av størstu rockhittunum í 1980’unum, og MTV spældi sangirnar næstan uttan íhald hetta tíðarskeiðið. Twisted Sister hevði eisini fleiri onnur hitt og seldu nógvar milliónir plátur.
Twisted Sister eru framvegis virknir við framførslum kring heimin, og seinastu ummælini geva greiðar ábendingar um, at bólkurin er í stórformi.
- Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligur at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
- Twisted Sister hevur gjørt nøkur av størstu rockhittunum, sum nakrantíð eru skrivað. Hetta er upprunarockur spældur av einum bólki, sum framvegis er í sera góðum formi, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
- Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligt at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur hann.
- Vit hava havt onkrar heilt stórar løtur, tá vit hava kunngjørt høvuðsnøvn á Summar Festivalinum, og hetta er ein av teimum.