Blátt Gras syngja um kærleika og Jesus

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
BlattGras590x324

Blátt Gras syngja um kærleika og Jesus

Vágabólkurin við Blue Grass tónleikinum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki.

Bólkurin Blátt Gras varð stovnaður á vetri í 2012, men tað var í fjør, at føroyingar av álvara komu at kenna tónleikin hjá teimum.

Blátt Gras var Nashville í USA og innspældi tónleik, og tá ið fløgan Ávegis kom út, vórðu fleiri av sangunum nógv spældir á útvarpsrásunum. Ein av sangunum er There Is Room At The Table, sum varð heiðraður á FMA tiltakinum fyrr í ár.

Sangirnir hjá Blátt Gras snúgva seg um kærleika, gerandislív og um Jesus Kristus. Tónleikastílurin er Blue Grass, og løgini eru eitt bland av inniligum kærleikssangum og glaðum tónleiki.

Blátt Gras spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.