Boyzlife við tí besta hjá Westlife og Boyzone

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Boyzlife590x324

Boyzlife við tí besta hjá Westlife og Boyzone

Summar Festivalurin fær spennandi boyband-vitjan úr Írlandi.

Teir løgdu heimin fyri sínar føtur við stórseljandi og stórhittandi dreingjabólkunum Westlife og Boyzone. Nú koma Brian McFadden og Keith Duffy á Summar Festivalin við teirra nýggjum bólki Boyzlife, har teir framføra tað besta hjá Westlife og Boyzone.

Brian McFadden er gamal kenningur hjá Summar Festivalinum, tí í 2005 hevði hann eina framúr konsert á Vágsbøi. McFadden tók festivalin og føroyingar við stormi, og síðani framførsluni hevur hann ynskt at sleppa aftur til Føroya at vitja. Tað fær hann høvi til, nú hann og Keith Duffy, sum var ein av sangarunum í Boyzone, koma til Føroya at framføra á Summar Festivalinum.

Westlife, sum eisini hevur framført á Summar Festivalinum, var ein metseljandi dreingjabólkur. Sangir sum Flying Without Wings, My Love, If I Let You Go,Queen of my Heart, You Raise Me Up og nógvir aðrir struku inn á altjóða hitlistar

Boyzone var eitt av stóru nøvnunum í altjóða poppi gjøgnum 1990’ini, og teir hittaðu stórt við sangum sum No Matter What, Picture of You, Love Me For a Reason og Father and Son.

Nú leggur Summar Festivalurin upp til ársins poppløtu, tá ið Boyzlife framføra fantastiskar sangir hjá Westlife og Boyzone á Vágsbøi.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.