Burhan G: Eg havi tikið allar teir góðu sangirnar við

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Burhan-2014-0001

Burhan G: Eg havi tikið allar teir góðu sangirnar við

- Eg lovi, at tit fáa eina fantastiska konsert við øllum mínum bestu sangum, sigur Burhan G áðrenn framførsluna á Summar Festivalinum í kvøld.

Burhan G er sangari í heimsflokki, og seinastu árini hevur hann hittað ferð eftir ferð. Nú er hann komin til Føroya at hava sína fyrstu framførslu.

- Eg eri sera fegin um, at eg havi fingið møguleikan at koma til Føroya at spæla, og eg havi tikið allar teir góðu sangirnar við. Eg lovi tykkum, at tit fáa eina fantastiska konsert við øllum mínum bestu sangum. Tað verður sjúkliga feitt, sigur Burhan G.

Hann hevur amerikanskar tónleikarar við á pallin, og tey, sum í summar hava hoyrt Burhan G á palli í Danmark, hava bitið merki í, hvussu væl spælandi bólkurin hjá honum er. Harafturat er Burhan G sjálvur ein framúr live-sangari og framførari.

Burhan G spælir á Vágsbøi í kvøld kl. 21.30. Eyðun, Terji & Kim hita upp á stóra palli frá kl. 20.15.